Mike Tramp: 43 ár seinni er hann aftur við í grand Prix

Í 1978 stóð Mike Tramp á Grand Prix pallinum fyrstu ferð.

Við bólkinum Mabel vann hann 17 ára gamal donsku prix kappingina við lagnum Boom Boom.

Nú rør hann aftur á aftur, 60 ára gamal.

Í ár er hann við, og er tað við lagnum Everything is Alright. Hann hevur sjálvur skrivað sangin.

- Tey flestu í Danmark kenna kanska Mike Tramp, men ikki øll kenna sangir mínar. At spæla fyri dønum aftur er ein góður møguleiki, sigur rocktónleikarin, sum gevur korona-smittuni skuldina fyri, at hann er við í tónleikakappingini.

- Eg var staddur í Danmark, men skuldi á eina 3 mánaða langa tónleikaferð í USA, men bleiv so fangaður her í Danmark, tí ferðin varð útsett, sigur Tramp.

Umframt at hava luttikið í Grand Prix sangkappingini á ungum árum, hevur Mike Tramp staðið á odda í bólkinum White Lion. Og hann hevur givið út 12 útgávur undir egnum navni, síðani Mabel í 1978 skrivaði seg inn í danska grand prix søgu við eini stórari trummu við hjarta á, tá teir sungu Boom Boom.

Í altjóða kappingini rukku Mabel á eitt 16. páss millum tey 20 luttakandi londini.

Mike Tramp hevur vitjað í Føroyum, og á sinni vitjaðu Mabel eisini í Føroyum.

##med2##