Mihajlovic skal venja Milan

Fyrrverandi serbiski landsliðsleikarin er nýggjur venjari í italska stórfelagnum, AC Milan

Fyrrverandi italska stórfelagið, AC Milan, valdi í gjár at steðga samstarvinum við fyrrverandi venjaran, Filippo Inzaghi, sum hevur staðið á odda fyri liðnum hetta kappingarárið. Kappingarárið endaði heldur skuffandi, tí AC Milan endaði á einum tíggjunda plássið í italska Serie A.

 

Í dag er greitt, hvør nýggi venjarin hjá AC Milan verður til komandi kappingarár. Tað verður serbiski Sinisa Mihajlovic, sum farna kappingarár vandi Sampdoria.

 

Sinisha Mihajlovic og AC Milan hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.