Miðvingur seldur til grønlenskt felag

Sp/f Múlin í Miðvági sum átti snellu- og línubátin Miðving, hevur nú selt skipið til grønlendskt felag. Skipið skal umbyggjast til skeljatrolara á Assens skipasmiðjuni á Fyn

Fyri nøkrum døgum síðani fór snellu- og línubáturin Miðvingur av Miðvági og gekk leiðin til Assens skipasmiðjuna á Fyn.

Tað er grønlenskt felag sum keypt hevur Miðving frá Sp/f Múlin í Miðvági, og einki verður sagt um keypsprísin. Grønlendska felagið skal umbyggja snellu- og línubátin til skeljatrolara.


Nýggjari skip

Tummas Jacob á Løgmansbø, ein av eigarunum og skipari, sigur fyri blaðnum, at ætlanin er at keypa nýggjari skip fyri Miðving, sum var seldur uttan fiskiloyvi. Upplýst verður eisini, at Sp/f Múlin liggur í samráðingum um keyp av skipi, men at enn er nakað tíðliga at siga nakað.

Miðvingur, fyrrverandi Havørnin, var bygdur í Fraklandi í 1961.