Sambært fjølmiðlum skal Ísland kanska skjótt at atkvøða um samráðingar við ES fyri at gerast limur. (Savnsmynd). - Mynd: Halldor Kolbeins/Ritzau Scanpix

Miðlar: Kunnu at­kvøða um ES lima­skap í Ís­landi skjótt

Ísland umhugsar at hava fólkaatkvøðu í august um at byrja upptøkusamráðingarnar við ES aftur.

Sambært fjølmiðlum skal Ísland kanska skjótt at atkvøða um samráðingar við ES fyri at gerast limur. (Savnsmynd). - Mynd: Halldor Kolbeins/Ritzau Scanpix

Hetta skrivar Politico, sum vísir á tvær dulnevndar keldur við vitan um ætlanirnar hjá Íslandi.

Væntandi kemur ein fráboðan frá Altinginum næstu vikurnar.

Íslendska stjórnin hevur sum mál at halda fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2027, og nú tykist ætlanin at vera framskundað í kjalarvørrinum av tollhækkingunum hjá USA og ynskinum um at yvirtaka Grønland.

Ísland søkti um limaskap í ES í 2009 og byrjaði samráðingarnar árið eftir um limaskap.

Tilgongdin varð steðgað í 2013 eftir áheitan frá táverandi stjórn í Íslandi.

 

/Ritzau/

 

Sambært fjølmiðlum skal Ísland kanska skjótt at atkvøða um samráðingar við ES fyri at gerast limur. (Savnsmynd). - Mynd: Halldor Kolbeins/Ritzau Scanpix