Framtíðar bú­stað­ar­markn­að­ur­in til um­røðu í Fin­sen í dag

Ein langskygd ætlan fyri føroyska bústaðarmarknaðin og greiðir karmar fyri privat framtøk.

Torshavn.fo:

 

Tað eru tvey av tilmælunum í nýggjari frágreiðing um føroyska bústaðarmarknaðin, sum fyritøkan Deloitte Economics hevur gjørt.

 

Fyrrapartin mánadagin varð skipað fyri seminari í fullsettu Auluni í Finsen, har frágreiðingin varð løgd fram fyri almenninginum, og aftan á var pallborðsorðaskifti.

 

Frágreiðingin gevur fýra tilmæli til, hvat skal gerast fyri at betra um føroyska bústaðarmarknaðin:

 

  • Eina langskygda og samanhangandi ætlan fyri føroyska bústaðarmarknaðin
  • Styrkt hagtals- og dátugrundarlag
  • Greiðar karmar fyri privat framtøk og ein endurhugsaður leiklutir hjá Bústøðum
  • Skjótari málsviðgerðir og góðkenningar

 

Frágreiðingin kann takast niður av heimasíðuni hjá Deloitte Economics her

 

Elsa Berg, borgarstjóri, setti seminarið og segði millum annað:

 

»Tórshavnar kommuna stendur fyri meir enn helminginum av fólkavøkstrinum, sum hevur verið seinastu árini. Vit vilja fegin hava fólk at búseta seg í okkara kommunu, og vit vilja fegin hava eina rúmliga og fjølbroytta kommunu.

 

Fyri at røkka tí málinum er neyðugt at laga seg til nýggju umstøðurnar á bústaðarmarknaðinum, og nøkur stig eru tikin:

 

Vit hava broytt heildarætlanina fyri Stórutjørn, so vit fáa nærum tvífalt so nógvar búeindir.

 

Vit hava sett eyka arbeiðsorku inn á býarskipanardeildini, so arbeiðið við at avgreiða tey málini, sum eru, ganga skjótari.

 

Og vit hava, saman við Bústøðum, stovnað landsins fyrsta almannagagnliga bústaðarfelag, sum við tíðini skal standa fyri at gera bústaðir til ein kostnað, har øll kunnu vera við.

 

Samstundis hevur tað stóran týdning, at vit hava eitt tætt og gott samstarv millum tað almenna og tað privata. Vit hava brúk fyri báðum pørtum til at loysa hesa uppgávuna.

 

Sum kommuna kunnu vit altíð gera meir, og fyri okkum ræður tað eisini um at vera til reiðar til tær broytingar og tær avbjóðingar, sum fara at koma.

 

Vit mugu eisini tora at hugsa øðrvísi. Vit mugu brúka okkara byggilendi betur og byggja tættari, har tað er skilagott, og vit mugu finna byggihættir, sum samsvara við tann tørv og tann lívsstíl, sum vit liva í dag. Og í øllum hesum mugu vit eisini hugsa um bæði umhvørvisliga, búskaparliga og sosiala burðardygd.

 

Hetta er sjálvandi ikki nakað, sum kommunan kann gera einsamøll. Hetta skal gerast í samstarvi millum kommunur, landið, peningastovnar og byggivinnuna, samstundis sum vit alla tíðina lurta eftir, hvat borgarin sigur og hevur tørv á.

 

Vit hava hoyrt, hvussu handilsvinnan er farin at tillaga seg til nýggja bústaðarmynstrið við at bjóða fleiri matvørur og aðrar vørur, sum hóska seg best til fólk, ið búgva einsamøll.

 

Vit sum myndugleikar mugu eisini alla tíðina tillaga okkum, so øll kunnu fáa atgongd til góðar og tryggar bústaðir. Tí ein tryggur bústaður er grundarlag undir einum tryggjum og sterkum samfelag og kemur okkum øllum til góðar.«

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##