Fráboðanir eru um kraftmiklar spreingingar í Dubai, Abu Dhabi og Doha mánamorgunin.
Tað siga amerikanski miðilin CNN og tíðindastovan AFP.
Doha er høvuðsstaður í Katar, meðan Dubai og Abu Dhabi liggja í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Eisini eru spreingingar í høvuðsstaðnum í Bahrain, Manama, skrivar AFP.
Sambært innanríkisráðnum í Bahrain hevur er persónur deyður, skrivar AFP.
– Vit heita á borgarar og íbúgvar um bert at brúka høvuðsvegirnar, tá tað er neyðugt, at varðveita almennu trygdina og at loyva avvarðandi myndugleikum at brúka vegirnar effektivt, verður sagt úr innanríkisráðnum í Bahrain á X.
Í Kuwait ljóða eisini loftálopssirenur, siga journalistar hjá Al Jazeera í økinum.
Ísraelski herurin boðaði mánamorgunin sambært Al Jazeera frá, at fleiri iranskar rakettir eru á veg móti Ísrael.
Seinastu dagarnar hevur Iran sent rakettir og dronur móti Ísrael og amerikanskum hernaðarstøðum í Miðeystri. Álopini hava eisini rakt Flógvalondini Bahrain, Kuwait, Katar, Sameindu Arabisku Emiratini og Jordan.
Hetta hendir eftir at USA í samstarvi við Ísrael fór undir eitt stórt álop á Iran leygardagin. Í hesum varð ovasti leiðarin í Iran, ayatollah Ali Khamenei, dripin.
Ísraelsk-amerikanska átakið hevur fingið navnið "Epic Fury-átakið".
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at endamálið við átakinum er at tryggja, at Iran ikki fær kjarnorkuvápn. Álopið hendir eftir fleiri vikur við samráðingum millum USA og Iran um iransku kjarnorkuætlanina.
/Ritzau/











