Miðlahúsið varpar ljós á eldraøkið

Tað er nú eitt ár síðani, at kommunurnar yvirtóku eldraøkið. Framvegis eru avvarðandi ónøgd, tí ov fá starvsfólk eru um okkara gomlu á ellisheimunum.

Tað er nú eitt ár síðani, at kommunurnar yvirtóku eldraøkið. Framvegis eru avvarðandi ónøgd, tí ov fá starvsfólk eru um okkara gomlu á ellisheimunum.

 

 

Komandi vikurnar fer Miðlahúsið at varpa ljós á eldraøkið. Byrjað verður í Vikuskiftis Sosialinum í dag, har høvuðsdentur er lagdur á at lýsa lívið hjá okkara gomlu á ellisheimum. Vikuskiftis Sosialurin hevur vitjað á Boðanesheiminum og gjørt reportagu higani, og samrøða er við Katrin í Gongini, sum er avvarðandi hjá einum av búfólkunum har.

 

Umframt hetta ber til at lesa hvat Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Magnus Rasmussen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, halda um forðingarnar og avbjóðingarnar á økinum.

 

Á in.fo og í Sosialinum mánadagin kanst tú lesa meira um, hvussu ymiskir áhugapartar uppliva lívið hjá okkara gomlu á ellisheimum. Komandi vikurnar kanst tú eisini lesa um heimatænastuna og hvørjar broytingar kunnu viðvirka til eitt betri eldraøkið.

 

Vikuskiftis Sosialurin kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.