Fleiri japanskar bygdir hava slept ætlanum um at bjóða útlendskum ítróttarfólkum innar undan summarleikunum.
Orsøkin er óttin fyri vantandi tilfeingi mitt í fjórðu bylgju av koronasmittu í landinum.
Tað skrivar japanska blaðið Nikkei í dag.
Av 528 bygdum, sum hava skrásett seg sum vertsbýir fyri altjóða ítróttarfólkum, hava umleið 40 gjørt av kortini ikki at bjóða ítróttarfólkunum vælkomnum.
Tað skrivar Nikkei, sum endurgevur eina ónevnda stjórnarkeldu.
Tað merkir, at ítróttarfólkini ikki sleppa til venjingarstøð og annað, herundir mentanartiltøk undan stóru leikunum.
Kazuhiko Ooigawa, guvernørur, segði í gjár, at hann hevur avvíst eini áheitan frá nevndini handan OL í Tokyo um at tryggja sjúkrahúspláss til ítróttarfólkini.
Guvernørurin grundgav avvísingina við, at hann er noyddur at raðfesta borgarar fram um ítróttarfólk.
Kazuhiko Ooigawa heldur, at enn ein útseting av leikunum, sum upprunaliga skuldu verið í fjør, ella ein avlýsing, eigur at verða umhugsað, um farsóttin heldur versnar.
Í gjár boðaði sýslustjórin í Chiba landslutinum frá, at frælsa ítróttarliðið hjá USA hevur avlýst sína venjingarlegu í Japan undan OL av ótta fyri trygdini hjá ítróttarfólkunum undir farsóttini.
Harumframt fara útlendsk ítróttarfólk ikki at sleppa at luttaka í einum royndartiltaki fyri olympiska BMX frestlesúkkling, skrivar blaðið Youmiuri í dag. Blaðið endurgevur eina ónevnda keldu.
Sum avleiðing av farsóttini er royndartiltakið útsett frá apríl til 17. mai.
Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) upplýsti í gjár, at hon stuðlar japonskum tiltøkum fyri at handfara covid-19, og at hon er sannførd um, at OL í Tokyo verður »ein søgulig hending«.
Hóast hørðu atfinningarnar hevur japanska stjórnin ferð eftir ferð lovað at halda leikirnar sum ætlað frá 23. juli til 8. august.
/ritzau/Reuters