Eisini Miðflokkurin í Vágum hevur latið frætt frá sær, um politisku støðuna, sum íkomin er, orsakað av, at Sámal Petur í Grund fekk sekkin.
Í tíðindaskrivi sigur Miðflokkurin í Vágum, at flokkurin ikki fer at góðtaka, at undisjóarætlanin verður steðgað.
Flokkurin vísir á, at tá undirsjóartunnilin er komin, fer hetta at skapa munandi batar fyri bæði inn- og útflutningin, øllum føroyingum at gagni.
Eisini verður víst á, at skal vinnulívinum í Vágum verða lív lagað, er sera umráðandi, at tunnilin kemur. sum skjótas










