Miðbýurin fær ein nýggjan handil í morgin

Í morgin sær ein nýggjur handil dagsins ljós í miðbýnum í Havn.

Andreas F. Hansen í nýggju handilshølunum í Kongagøtu í Havn

Klokkan níggju í morgin tíðliga letur ein nýggjur handil upp í Kongagøtu í miðbýnum í Havn. Talan er um ein handil, sum selur eitt nú arbeiðsklæðir, reingerðarevni og eisini útgerð til reingerð. 

 

Tað er Andreas F. Hansen, sum eigur handilin. Talan er í veruleikanum um handilin, sum fyrr gekk undir navninum A. H. Jensen, og sum helt til í Stoffalág í Havn, men nú latið verður upp í nýggjum hølum í hjartanum av Havnini, fer handilin eisini at hava eitt nýtt navn.

 

Andreas F. Hansen sigur, at tey miðja eftir at bjóða vørur og tænastur til bæði privatkundar og til vinnulívið.

 

- Vit eru sera spent uppá, at vit nú hava fingið umboð upp á kenda svenska klædnamerki Blåklæder, ið er ein tann fremsti framleiðarin av arbeiðsklæðum í Europa. Harumframt hava vit lagt okkum eftir eisini at bjóða eina røð av reingerðarúrdráttum, sum eru serliga umhvørvisvinarligir, so yvirhøvur eru vit sera spent uppá at lata dyrnar upp og vísa fólki, hvat vit hava at bjóða, sigur Andreas F. Hansen.

 

 

 

Andreas F. Hansen í nýggju handilshølunum í Kongagøtu í Havn