Microsoft ger enda á Explorer

Internet Explorer, sum hevur 20 ár á baki, syngur síðsta vers

Einaferð var Internet Explorer nógv tann best umtókti internetkagin og átti eitt skifti 95 prosent av marknaðinum.

Tær tíðirnar eru langt síðani farnar, og nú hevur Microsoft boðað frá, at ætlanin er ikki at halda fram at menna Explorer. Fyritøkan er í gongd við at menna ein nýggjan kaga, og tann ætlanin verður rópt Project Spartan. Hesin nýggi kagin skal verða partur av nýggju Windows 10 stýriskipanini.

Nýggi kagin hjá Microsoft skal verða einfaldari, snøggari og skjótari enn Explorer, sigur Microsoft sambært tíðindatænastuni The Verge.