Mick Jagger skal skurðviðgerast í hjartanum

Høvuðspersónurin í kenda bólkinum The Rolling Stones, Mick Jagger, skal hava ein nýggjan hjartaloka.

Høvuðspersónurin í kenda bólkinum The Rolling Stones, Mick Jagger, skal nú skurðviðgerðast í hjartanum, og hann skal hava ein nýggjan hjartaloka. Útlitini eru, at skurðviðgerðin fer at gera hin 75 ára gamla frískan og væl fyri.

Tað er amerikanska netsíðan, The Drudge Report, sum ber hesi tíðini, ið eitt nú Reuters endurgevur. Tað var í síðstu viku, at tónleikabólkurin boðaði frá, at læknar høvdu sagt Mick Jagger, at hann ikki var klárur til eina ætlaða konsertferð í Norðurameriku.

Tí gjørdi The Rolling Stones eisini av at útseta hesa konsertferð. Sangarin sjálvur umbar seg á Twitter leygardagin og segði, at hann nú svíkur allar sínar fylgjarar, sum hava keypt atgongumerki til komandi konsertirnar í USA og Kanada.

- Eg eri keddur av at útseta konsertferðina, men eg fari at arbeiða ógvuliga hart fyri at verða aftur á pallinum skjótast gjørligt, skrivaði Mick Jagger.

Konsertferðin í USA og Kanada, sum skuldi vara frá 20. apríl til 29. juni, er í fyrstu syfti skotin út til einaferð seinni. Fylgjarar, sum hava keypt atgongumerki til konsertirnar, kunnu brúka atgongumerkini, tá konsertirnar seinni verða hildnar.

The Rolling Stones hava áður verið noyddir at útseta konsertir, eitt nú í 2016, tá Mick Jagger hevði hálsbruna. Fyri ta tíð hevur tað verið guitarleikarin, Keith Richards, sum hevur verið orsøkin til útsetingar í 57 ára longu søguni hjá tónleikabólkinum.