Tað er nakað heilt nýtt, at matstovur uttan fyri stórbýrir fáa Michelinstjørnur. Í fjør var fyrstu ferð, at til dømis matstovur í Danmark uttan fyri Keypmannahavn fingu stjørnur.
Tá fóru tríggjar til Århus, ein til Præstø og ein til matstovuna Kadau á Bornholm, sum bæði í stødd og fólkatali líkist Føroyum – og sum eisini er ein fjarskotin oyggj í Danmark. Hesi viðurskifti gera tað sannlíkt, at ein stjørna eisini kann fella í Føroyum, tá Michelin Guide mikudagn fer at luta út stjørnur í til norðurlendskar matstovur.
Les eisini: Koks fær Michelin stjørnu mikudagin
Kadau er annars ein matstova í Keypmannahavn, sum bornholmarar eiga. Tann í Keypmannahavn hevur eina Michelinstjørnu, men í fjør fingu teir so eisini eina á matstovuni á Bornholm.
Tað nærmasta vit koma føroyingum og Michelinstjørnu er helst Søllerød Kro Holte norðan fyri Keypmannahavn. Har er havnarmaðurin Jan Restorff restaurantsjefur.
Les eisini:Fyrsta Michelinstjørna til Føroya? – Vit eru øgiliga spent
Tey hjá Gist & Vist, sum eigur matstovuna Koks, eru tey øgiliga spent, nú fleiri ummælarar í Danmark og Svøríki spáa, at Koks fer at fáa eina Michelinstjørnu mikudagin.
– Vit kenna ikki krøvini fyri at fáa Michelinstjørnur, tí alt er so loyndarfult kring metingarnar hjá teimum. Tey geva ikki stig, og siga ikki, hvat tað er, sum telur upp og hvat telur niður, sigur Johannes Jensen.
Hann er tó ivaleysur í, at maturin á Koks og rávørurnar hjá koks eru á Michelin støði.
Johannes Jensen leggur tó dent á, at talan bara er um gitingar og metingar hjá ummælarum. Men hann hevur merkt sær, at kendi og høgt respekteraði matummælarin hjá Berlingske Tidende, Søren Frank, er ein teirra, sum heldur, at Koks hesaferð fær heiðurin.
Michelinguidin er ein bók við ummælum og tilmælum av serliga matstovum. Tann fyrsta var givin út í Frankaríki í 1900 av dekkframleiðarum André Michelin. Hon var býtt út ókeypis á bilverkstøðum og hjá bilasølum fyri at hjálpa bileigarum við at finna bensinstøðir og verkstøð og eisini – um enn í minni mun – at finna møguleika fyri gisting og eitt stað at eta. Í dag eru Michelinstjørnurnar eitt tað størsta, sum matstovur í øllum heiminum kunnu fáa.
Síðani 1983 hava 23 matstovur í Danmark fingið Michelinstjørnur.