Sonur Micheal, Cameron Douglas, er dømdur 5 ára fongsul fyri at hava rúsevnir uppi á sær.
Micheal Douglas tekur ábyrgdina. Hann hevur skrivað brøv til dómaran um, at tað er hansara skyld, at sonurin hevur trupulleikar við rúsevnir.
-Tað er trupult at vaksa upp í einum heimi, har foreldrini eru kend. Tað var eisini eitt vánaligt hjúnarband, sigur kendi sjónleikarin, Micheal Douglas.
Tað lá í kortunum, at Cameron skuldi fáa 10 ára fongsul, men endaligi dómurin gjørdist 5 ár.