Í gjár boðaði HB frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 22 ára gamla Michal Przybylski, sum kemur úr B36. Hann sigur í samrøðu við HB.fo, at tað er tann ítróttarliga avbjóðingin, ið telur mest.
– Tað er fyrst og fremst tað ítróttarliga ið telur. Eg vildi fegin hava eina nýggja ítróttarliga avbjóðing, og tað er neyvan nøkur størri avbjóðing her í landinum, enn at royna at vinna sær pláss á liðnum hjá greipuvinnarunum. Og so er tað sjálvandi tann professionella tilgongdin í HB, sum hugtekur meg, sigur Michal við heimasíðuna.
HB hevur havt frágongd av Mikkel Frankoch og Mathias Nygaard. Seinnnevndi bleiv valdur til ársins miðvallara í føroyskum fótbólti í fjør. Tað er á hansara plássi, tað sum á fótbóltsmáli eitur ein 8’ari, at Michal Przybylski skal royna at vinna sær pláss.
– Fyrsta avbjóðingin er at royna at vinna mær pláss á tí sterkasta liðnum í 2020. Ja, kanska tað sterkasta í fleiri ár. Málið er at spæla so nógv sum gjørligt, og at mennast sum spælari. Eg vil gera mun við mínum dygdum, og vónandi vera við til at vinna. Eg vil eisini sleppa at smakka gull, leggur hann brosandi afturat.
Enn er ógreitt hvussu endaligi hópurin kemur at síggja út, tí tað er óvissa við bæði Tróndi Jensen, ið ikki hevur sáttmála við HB komandi ár, og René Shaki Joensen, ið hevur sáttmála, men hevur verið ónøgdur síðani hann bleiv valdur frá til steypafinaluna.