Michael Ballack á vøllin aftur

Í kvøld leika Chelsea og Liverpool fjórðingsfinalu í Liga-steypakappingini á Stamford Bridge í London. Tað, sum Chelsea-viðhaldsfólk eru mest spent uppá, er at síggja hvussu tað fer at hilnast hjá týska miðvallar-leikaranum, Michael Ballack. Ballack bleiv skaddur í apríl, og hevur havt tvær økla-skurðviðgerðir, og hevur soleiðis ikki leikt við Chelsea í 8 mánaðir. Richardo Carvalho er eisini tøkur aftur, meðan John Terry og Didier Drogba framvegis eru skaddir. Fremsti leikarin hjá Liverpool, Steven Gerrard er sjúkur í maganum, og verður ikki við á Stamford Bridge í kvøld. Danski Daniel Agger verður heldur ikki við, og ivasamt er við Steve Finnan. Xabi Alonso er tøkur aftur hjá Liverpool, eftir at hava verið burtur frá liðnum í 10 dystir.