Miðvingar vunnu seg víðari

MB vann seg í gjár víðari í fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið. Tað varð, tá miðvingar vunnu 4-1 á heimavølli móti Skála. Dysturin skuldi ætlandi spælast farna leygardag, men vegna kava var hann útsettur til í gjárskvøldið.

Hóast gestirnir av Skála komu á odda eftir lítari løtu, var heimaliðið greitt omaná. Við tveimum málum frá John Johansen, og einum frá Pól Poulsen og Esmari Fagraberg vunnu miðvingar greitt. Tískil fekk venjarin Kári Reynheim eina frálíka byrjan í sínum nýggja felagi.

MB skal í fyrsta umfari spæla á útivølli móti Víkingi.

 

 

MB ? Skála 4-1 (1-1)

0-1: Jákup Berthelsen

1-1: Pól Poulsen

2-1: John Johansen

3-1: John Johansen

4-1: Esmar Fagraberg