ES og Føroyar
? Tað, sum fer fram í løtuni er miðvísur taktikkur hjá donsku stjórnini í eini roynd at binda føroyingar niður. Og tíverri tíverri hjálpir Føroya løgting væl til.
Høgni Hoydal, fólkatingsmaður er sjálvandi vónbrotin av, at Fólkatingið ikki vil samtykkja uppskotið frá Norðuratlantsbólkinum um at seta eina óhefta kanning í verk fyri at vita, hvørjar fíggjarligar og politiskar avleiðingar tað fær fyri Føroyar, um Danmark góðkennir nýggju ES-grundlógina.
Frammanundan hevði hann eina varisliga vón um, at fólkatingið fór at taka undir við málinum, tí teir vóru allir positivir.
? Men eftir at stjórnin hevur verið í holt við flokkarnir, sær út til at teir hava broytt støðu og nú er greitt, at uppskotið verður felt.
Danir samráðast við seg sjálvar
Høgni Hoydal sigur, at tað er alneyðugt at kanna út í æsir, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri Føroyar um ES grundlógin verður samtykt.
Men tað er eisini neyðugt at kanna, hvussu tað ávirkar Føroyar, um Danmark tekur av síni fyrivarni og fer at samstarva við ES um ein felags uttanríkispolitikk við einum felags uttanríkisráðharra, um verju- og trygdarpolitikk, um statsborgaraskap og gjaldoyra.
? Trupulleikin er, at Danmark umsitur nøkur málsøki vegna Føroyar og verða tey málsøkini løgd undir ES, fer tað sjálvsagt at fáa avleiðingar fyri okkum.
Høgni Hoydal nevnir nøkur dømi, sum kunnu elva til trupulleikar, men sum als ikki eru lýst.
? Hvat hendir nú um ES fær ein felags hvalaveiðipolitikk? Hvat so við Føroyum og Grønlandi, verða vit umfatað av honum? Hvat nú um Danmark situr við formansskapinum í ES og skal samráðast við Føroyar og Grønland um hvalaveiðimál. Skal Danmark og samráðast við seg sjálvt?
?Hvat hendir um ES lýsir handilsbann ímóti t.d. íslendingum, fyri hvalaveiði?. Eru vit so umfatað av tí?
? Hvat hendir um ES lýsir kríggj? Verða Føroyar og Grønland so umfatað av krígnum og verða okkara land og sjóøkið til taks í krígnum?
Og hvat við útlendingapolitikkinum og visareglum og reglum um, hvør sleppur inn og út í ES? Verða Føroyar eisini umfatað av teimum reglunum?
Løgtingið hjálpir væl til
Høgni Hoydal sigur, at alt hetta, og nógv annað, eru ivamál, sum tað er alneyðugt at fáa lýst.
? Gongdin er tann, at fleiri og fleiri málsøki verða løgd undir ES og tí er alneyðugt at vit kanna, hvussu hetta ávirkar okkara støðu.
Høgni Hoydal sigur, at sum er heilt burturvið í hesum máli, er, at samstundis sum Danmark er í ferð við at leggja uttanríkispolitikk, verjupolitikk og gjaldoyramál undir ES, hevur Løgtingið samtykt í yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini, at hetta eru málsøki, sum vit ikki kunnu yvirtaka.
? Tað er ongin ivi um, at danska stjórnin hevur strongt á fyri at fáa Løgtingið at samtykkja hesar báðar lógirnar fyri at sleppa undan at fáa trupulleikar av føroyingum og grønlendingum, nú teir sjálvir eru á veg longur inn í ES.
? Tað er heilt burturvið, at føroyingar skulu vera so góðtrúgvnir, at vit hava slept okkum øll kort av hondini, samstundis sum danir eru áveg longur inn í ES, uttan at avleiðingarnar fyri Føroyar eru lýstar.
Miðvísur taktikkur
Høgni Hoydal sigur, at hetta er einki minni enn ein fólkaræðilig vanlukka fyri Føroyar.
? Tað er ongin ivi um, at hetta er miðvísur taktikkur hjá donsku stjórnini fyri at sleppa undan trupulleikum við Føroyum og Grønlandi og fyri at forða fyri, at danska ríkið syndrast.
? Fleiri røddir í Grønlandi hava boðað frá, at leggur ES gjaldoyra, uttanríkispolitikk o.s.fr, undir ES, mugu føroyingar og grønlendingar sjálvir yvirtaka hesi málsøki at umsita.
?Men nú hevur løgtingið samtykt at vit kunnu ikki yvirtaka hesi málsøki og tað er miðvísur taktikkur hjá donsku stjórnini fyri at binda Føroyar og Grønland niður fyri at sleppa undan trupulleikum í rikisfelagsskapinum, nú ES verður meiri og meiri samansjóðað.
Serliga heldur Høgni Hoydal, at Anfinn Kallsberg hevur verið eitt vónbrot á fólkatingi.
? Hvørja ferð, hann er á Fólkatingið, hevur hann stuðlað donsku stjórnini.
Høgni Hoydal sigur, at Anfinn Kallsberg hevur ongantíð givið sína støðu til kennar í hesum máli, fyrrenn á fólkatinginum týsdagin, tá ið hann vísti málinum frá sær.
?Tað var kærkomið hjá donsku stjórnini, tí hon vísti fleiri ferðir til Anfinn Kallsberg, tá ið hon skuldi grundgeva fyri, at vísa uppskotinum um eina kanning frá sær.
Høgni Hoydal sigur, at heldur Anfinn Kallsberg at tað er landsstýrið, sum eigur at taka stig til eina slíka kanning, kundi hann havt tikið stig til at gjørt eina slíka kanning,. hann kundi eisini havt boðað frá síni støðu frammanundan, so at føroyingar kundu sloppið undan at farið í tvíningar á fólkatingi týsdagin.