Miðnámsskúlin í Hovi:Tíðarætlani og prísur halda

Higartil eru 33,4 milliónir brúktar upp á miðnámsskúlan í Hovi. Tá ið hann er liðugur, kostar hann 82,4 milliónir og hann verður klárur at taka í brúk á nýggjárinum Higartil eru 33,4 milliónir krónur brúktar upp á arbeiðið at byggja nýggja skúladepilin í Hovi.

Tað upplýsir Una Joensen, stjóri á vinnu- og miðnámsskúladeildini í mentamálaráðnum.

Sostatt avsannar hon tað, sum varð ført fram í Løgtinginum fyrr í vikuni, tá ið fíggjarlógin varð til viðgerðar.

Har varð róð framundir, at skúlin fer at kosta heilar 95 milliónir, tá ið hann verður liðugur.

Men í mentamálaráðnum verður staðfest, at tilsamans eru játtaðar 74 milliónir til sjálva byggingina og tá er innbúgv og útgerð ikki við.

- Um ársskiftið høvdu vit brúkt 33,4 milliónir krónur og sostatt eru 40,6 milliónir eftir, sigur Una Joensen.

Samstundis er ætlanin at játta 8,4 milliónir á fíggjarlógini í ár til innbúgv og útgerð. Samtykkir Løgtingið at játta peningin, fer skúlin at kosta tilsamans 82,4 milliónir krónur.

Samstundis er greitt, at skúlin fer ikki at verða liðugur til næsta skúla ár, sum ætlanin var.

- Veðrið hevur verið ringt í vetur við nógvum ódnum og tað hevur darvað arbeiðnum illa, sigur deildarstjórin.

Nú er ein nýggj tíðarætlan løgd og eftir henni verður skúlin liðugur og klárur at taka í brúk á nýggjárinum.

Tað er Landsverk, sum stendur fyri byggingini og haðani verður upplýst, at sum tað sær út higartil, fara bæði kostnaður og tíðarætlan at halda.

Í skúladeplinum verður studentaskúli og heilsuskúli.