Miðnámsnæmingar vunnu Sement

Bólkurin Sleepless Ghosts, sum er mannaður við ungum monnum, ið ganga á miðnámsskúla á Kambsdali, vunnu í gjárkvøldið Sement tónleikakappingina.

 

Sjey bólkar og eintaklingar kappaðust í finaluni í Sement um heitið sum Føroya besti nýggi bólkur. Vinningurin var eitt gávukort á 10.000 kr. frá Studio Bloch og møguleikan at sleppa við á G! Festivalin í juli.

 

25 luttakarar vóru við í innleiðandi umførunum fyri viku síðani, og tey, sum vóru komin í finaluna, vóru Jústines í Túni, Black Crow King, The Happening, Tummas Larsen, Jürghinn, Ari, Bogi & Barbara og Sleepless Ghosts.

 

Vinnarin gjørdist Sleepless Ghosts, sum er mannaður við ungum tónleikarum, ið hava sína dagligu gongd á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy.Tónleikararnir í bólkinum eru Hjørtur Lamhauge, Dan Andreassen, Geir Mohr og Fríði P. Hentze. Teir taka allir tónleik á hástigi á skúlanum, og Eyðun á Lakjuni er lærari hjá teimum.