Miðmáli til frama fyri nýtt missiónshús

Í Sjóvar kommunu eru tey farin at savna pening inn til nýtt missiónshús. Í hesum sambandi verður skipað fyri tí, sum rópt verður miðmáli – ella frokosti – eftir gudstænastuna hin 9. juni.

Tiltakið verður í bygdahúsinum á Strondum og er ætlað bæði vaksnum og børnum. Kostnaður fyri vaksin er 100 krónur, og kostnaðurin fyri børn í skúlaaldri er 50 krónur. Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis.

Av Strondum verður sagt, at allur peningurin, sum kemur inn, fer beinleiðis til nýggja missiónshúsið.

Klokkan 14 hin 9. juni verður sunnudagsskúli í biografsalinum I Bygdahúsinum og eisini verður hoppiborg.

- Øll eru hjartaliga vælkomin til miðmála, verður sagt av Strondum.