Mítt blað - dag og vikublað
Eg lesi føroysku bløðini. Síggi tað sum ein part av starvinum.
Mín heimasíða
Eri á stóru føroysku síðunum hvønn dag. Og Guardian. Og ofta á New York Times. Har eru ofta góðar greinar við góðsi í.
Mín tónleikur
Tónleikur er ikki mítt "element" so at siga. Tað er sjónleikur. Men sjónleik verður mann aldrin spurdur um... Men altso: tann nýggi, eitt sindur minni poleraði stílurin hjá Eivør er kul, sum tey siga. Solofløgan hjá Høgna Lisberg er feit, sum tey eisini siga. Og Crawling Blue vóru eminentir á Salt-konsertini.
Mítt sosiala netverk
Facebook
Mín dvd
"Mínar" DVD'ir eru fýra: Tvær við Pipar & Salt og tvær við E elski Førjar :-)
Mítt magasin
Einki
Mín sjónvarpsrøð
Enskar satiru-røðir - t.d. Blackadder, The Royle Family og Little Britain. Fleiri slíkar danskar røðir eru eisini fínar.
Mín bók
William Heinesen er nógv størsta andsmenni, Føroyar hava fostrað. Tí er nýggja bókin við brævaskiftinum millum hann og Christian Matras áhugaverd. Av hansara bókum er Det Gode Håb tann bjartasta stjørnan.
Mítt útvarp
ÚF-Rás2 - hvørt um annað.
Mín telefon
Gjørdist partur av iPhone-familjuni fyri einum mánaði síðani. Tað gjørdi mítt lív eitt sindur betri.
Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?
At lesa teigar sum hendan...
Hvat irriterar teg í miðlunum?
At føroysku miðlarnir ikki eru meira avbjóðandi móti teimum, sum hava valdið. Og tá sjónvarpið hjá KVF endurtekur tað, sum útvarpið hjá KVF júst hevur sagt.
Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?
Eg vil hava fleiri føroyskar sjónvarpssendingar. Av øllum slag.