Fíggjarmálaráði ð hevur gjørt eina uppgerð yvir tali av starvsfólkum í miðfyrisitingini síðan bygnaðarbroytingar hjá Finn Norman Christensen vórðu framdar í verki í juni mánaði í 1996.
Sambært uppgerðini hjá Fíggjarmálaráðnum er starvsfólkatalið í miðfyrisitingini síðan 1996 økt við góðum 60 %. Í juni 1996 arbeiddu 98 fólk í miðfyrisitingini og í dag starvast 160 fólk í miðfyrisitingini. Talið 160 er uppgjørt, áðrenn landsstýrið framdi sparingarnar seinastu mikudag
Leystlig meting
Aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum, Petur Alberg Lamhauge, ger vart við, at talan er um eina leystliga meting, tí tað er eingin eintýðug definitión av miðfyrisitingini. sum hann málber seg. Talan er tí nærmari um eina leystliga meting, sigur Petur Alberg Lamhauge