Miðflokkurin stuðlar fullveldisgongdini

Hóast eitt sindur av kjaki um meira ell minni fullveldi, samdist landsfundur Miðfloksins leygardagin at stuðla landsstýrinum í fullveldistilgongdini

 

? Vit eru frelst fullveldisfólk.

Soleiðis lýsti ein av limunum í Miðflokkinum limir floksins í sambandi við orðaskiftið um fullveldistilgongdina á landsfundinum leygardagin.

Onkur av fundarluttakarunum hevði hug at ivast eina løtu, um tað var rætt av Jenisi av Rana at stuðla landsstýrinum fult út í fullveldisstríðnum.

Men fundurin samdist kortini skjótt um, at Jenis av Rana ber seg rætt at í aktuella politikkinum í sambandi við stríðið fyri føroyskum fullveldi. Hóast onkur einstakur hevði hug at ivast, var stórur meiriluti av fundarluttakarunum samdur um, at limirnir í Miðflokkinum eru frelst fullveldisfólk.


Í tráð við stevnuskránna

Jenis av Rana vísti fundinum á, at fult samsvar er millum nýggjastu fullveldisætlanina hjá landsstýrinum og stevnuskrá Miðfloksins.

Grein 4 í stevnuskránni hjá Miðflokkinum ljóðar soleiðis:

»Í øllum spurningum og avgerðum eigur føroyska tjóðin at hava fullan avgerðarrætt og fulla ábyrgd av landsins stýri. Undirgrundin verður at yvirtaka sum føroyskt sermál«.

Og grein 5 ljóðar soleiðis:

»Stuðulsveitingin úr danska statskassanum skal minkast í mun til fíggjar- og búskaparvøkstur landsins«

Alt hetta heldur Miðflokkurin vera uppfylt í nýggjastu fullveldisætlanini hjá landsstýrinum. Men ásannandi, at føroyska tjóðin ikki alt fyri eitt fær fullan avgerðarrætt og fulla ábyrgd, varð mælt til, at orðingin í grein 4 verður broytt soleiðis, at tað stendur, at Miðflokkurin vil arbeiða fyri, at føroyska tjóðin fær fullan avgerðarrætt og so fram vegis.


ES í stríð við fullveldið

Formaður Miðfloksins brúkti nógva tíð á landsfundinum at greiða frá, hvussu stóra andsøgn, hann heldur vera ímillum fullveldispolitikkin hjá samgonguni og arbeiði hennara at knýta Føroyar tættari og tættari ES. Jenis av Rana vísti millum annað á, hvussu drúgv tíð er farin seinastu tingsetuna til at viðgera og seta í gildi ES lógir í Føroyum, sum spakuliga draga okkum inn í ES.

Hesum var fundurin fullkomiliga samdur við formanninum í. Og tí álegði fundurin Jenisi av Rana áhaldandi at gera vart við vandan við ES og at vísa á andsøgnina í at loysa frá Danmark fyri at binda seg at ES.