Hann brúkti tað mesta av síni talutíð til at finnast at tí vigerð, sum tey gomlu, veiku og sjúku – tey, sum eru á teimum niðastu rókunum í samfelagnum, sum hann plagar at málbera seg – fingu frá sitandi samgongu, við niðurskurði peningaliga á øllum økjum.
Eftir eina viðmerking úr tingsalinum, har nevnt var um vantandi peninganøgd orsaka av niðurskurið í blokkinum, nevndi Jenis av Rana, at Miðflokkurin, í staðin fyri at senda peningin aftur til Danmark, hevði uppskot um at seta nevnda pening í ein búskapargrunn, tí, sum hann segði, tað var eingin grund til at senda pening, sum vit áttu, aftur til Danmarkar.
Jenis av Rana hevur áður sagt, at teir atkvøddu ikki fyri at minka blokkin.
Men hann sleppur ikki undan, at tá uppskot var fyri at yvirtaka málsøkini, sum førdu til, at blokkurin var skorin við 366 mió. kr. árliga, atkvøddi Miðflokkurin fyri.
Teir vóru væl ikki so nasadjarvir, at teir ætlaðu, at danir framvegis skuldu gjalda fyri tey málsøkir, sum vit høvdu yvirtikið.
Um teir høvdu ætlað tað, so er hetta politiskur dupultmoralur av ringasta slag.
Vit eiga henda pening, sigur Jenis av Rana.
Hetta skuldi hann roynt at sannført sín floksfelaga um, hesin, ið sum umboð fyri Tjóðveldisflokkin sat sum landsstýrismaður við fíggjarmálum og var høvuðsforsprákari fyri at skerja blokkin, seinni politiskur avhoppari yvir í Miðflokkin.
Tað er alla æru vert, at Jenis av Rana hugsar um tey á teimum niðastu rókunum.
Men tann peningur, sum Miðflokkurin er og hevur verið við til at frásiga sær rættin til, hevði munað væl at betra um, um umstøðurnar hjá hesum samfelagsbólki.










