Miðflokkurin fundast: Nú skal baklandið tala

Nú klokkan 16.00 er fundur í Miðflokkinum um politisku støðuna

Ynskir Miðflokkurin at fara víðari við samráðingunum við samgonguna ella ikki. Tað er punktið, sum er á skránni innanhýsis í Miðflokkinum á fundi nú klokkan 16.00. 

 

 

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, vil lítið siga um politisku støðuna, nú tingmenninir skulu tosa við baklandið í dag um, hvat flokkurin ynskir at gera. Tí spurningurin eftir fundin við samgonguleiðararnar sunnunáttina er, um áhugi er hjá pørtunum at fara inn í realitetssamráðingar um møguligt samgongusamstarv. 

 

 

Miðflokkurin hevur latið 18 punkt til samgonguna, har greitt verður frá, hvat Miðflokkurin ynskir fyri at koma inn í samgongusamstarvið. Men tað er givið, at øll hesi punkt neyvan verða gingin á møti. Spurningurin er tí, hvat er eitt kardinalmál og ikki fyri Miðflokkin, og hvussu langt samgonguflokkarnir kunnu strekkja seg. 

 

 

Sum nú er dugir Bill Justinussen ikki at siga, hvat baklandið hjá flokkinum heldur um støðuna, men tað er hetta, sum flokkurin fundast um í dag.