Miðflokkurin er longu farin at fyrireka seg til næsta løgtingsval.
Í hesum sambandi høvdu tey uppstillingarfund í gjárkvøldið, har tey fingu nøkur valevni á listan.
Jenis av Rana, formaður floksins, sigur, at tað er ikki tí at tey vænta val beint nú. Men endamálið við at stilla valevni upp longu nú, er fyri at geva teimum betri høvi til at gera vart við seg. Flokkurin ætlar eisini at halda skeið í politiskum arbeiði fyri valevnunum.
Á seinasta løgtingsvali hevði Miðflokkurin 16 valevni, men hesa ferð er endamálið at fáa yvir 20 valevni á listan.
Og á uppstillingarfundinum komu tey longu væl á veg, tí tey fingu 10 valevni á listan. Summi av teimum eru rættiliga væl kend í Miðflokkurin, men summi eru nýggj.
Samstundis er tað greitt, at gamli profilurin í flokkinum, Karsten Hansen í Klaksvík, hevur gjørt av at takka fyri seg í politikki, tí hann gjørdi greitt, at hann fer ikki at stilla upp aftur.
,
Hinvegin er tað eisini greitt, at teir báðir løgtingslimirnir fyri flokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen, bjóða seg báðir fram aftur til at at taka eitt tørn afturat.
Seks av valevnunum, sum somuleiðis stilla upp hesa ferð, stillaðu eisini upp seinast. Tey eru Rani Andrasson Skaalum í Havn. Frank Jacobsen í Havn, Esmar Petersen í Kollafirði, Margretha Kjærbæk í Havn, Rúni Johansen í Streymnesi og Vilhelm Hendrik í Skálanum í Hvalvík.
Annað valevnið, sum nú stillar upp til Løgtingsval fyri fyrstu ferð, er Anna Margretha Otthamar í Havn. Hon stillaði eisini upp á seinasta Býráðsvali í Havn sum einsamalt valevni á Uttanflokkalistanum, har hon fekk 46 atkvøður.
Hitt valevni er Dánjal Mouritsson Joensen í Havn. Hann hevur kortini tan fyrivarni, at hann býr í Danmark, men flytur heim um hálvtannað ár. Og er løgtingsval áðrenn tað, verður hann ikki valevni.