Tað er ikki bíligt at seta seg niður í Oslo. Skalt tú keypa tær eina íbúð, skalt tú leggja knappar 46.000 norskar krónur á borðið fyri hvønn fermetur, og tað er 3.000 krónur meiri enn fyri bara fýra mánaðum síðani. Og tað verður verri enn. Erling Dokk Holm, granskari, sigur við blaðið VG, at um eini 10 - 15 ár fer fermetraprísurin í tí dýrasta býarpartinum upp á 100.000 krónur.
Hagtølini vísa, at fólkatalið í Oslo veksur millum 12.000 og 16.000 um árið, men at tað koma bara millum 1.200 og 1.300 nýggir nýggir bústaðir afturat árliga. Hendan gongdin fær einstakar politikarar at ávara um, at Oslo kann blíva sum New York-býarparturin Manhattan, hagar fólk koma til arbeiðis, men har bara tey ríkastu hava ráð at búgva. Granskarin er samdur við politikarunum.
-Vit fáa eitt stættarbýti í umráðnum, tí tað verða bara tey ovastu í miðalstættini og tey longri uppi á stættarstiganum, sum fara at hava ráð at búgva har, sigur Erling Dokk Holm.
Framrokningar vísa, at um 20 ár verður fólkatalið í Oslo 200.000 størri enn nú.