Grenj
Tað er fullkomiliga burturvið, ikki minst ótakksamt, tá ið MFS skírir Føroyar fyri ikki at hava nakra framtíð. Sambært lesarabrævinum, sum er bæði svartskygt og harðorðað, koma føroyingar ikki aftur, tí teir kenna seg ikki vælkomnar. Tískil hugleiða tey retoriskt “Hava Føroyar eina framtíð?” Tey áttu at vita betur. Føroyar eru uttan mun til onnur lond tað mest framkomna landið í heiminum, tá ið tað snýr seg um stuðul til lesandi. Landið rindar alla skúlaleiðina, frá fólkaskúlanum til universitetið, harumframt fáa lesandi pengar fyri at ganga í skúla. Føroyingar (tosi um egnar royndir) liva sum greivar í ymisku londunum, tí lesandi frá øðrum tjóðum fáa ikki eitt klovið oyra til studning ella skúla.
Burturvið
Vit verða tískil noydd at spyrja, hvør rindar fyri útbúgvingarnar hjá MFS limunum? Hvør rindar fyri stuðul og ferðaseðlar? Eru limirnir úr Meginfelag Føroyskra Studenta av tí sannføring, at pengarnir hjá skattaborgarunum eru til onga nyttu, tí umframt ókeypis útbúgving og skattafríar pengar verða avleiðingarnar av lækkaða flogferðastudninginum katastrofalar. Tey siga í lesarabrævinum, at“Heldur enn at síggja álvaran í, at bara ein út av fýra lesandi við vissu ætlar aftur til Føroyar, ætla landsstýri og løgting at fáa lesandi til at kenna seg minni vælkomin í Føroyum“. Um vit lesa í millum linjurnar, stendur: um flogferðastuðulin verður lækkaður, flyta færri fólk aftur. Eru vit komin so langt út, at føroyska framtíðin liggur í vanda, tí at lesandi fáa 1.000 kr. minni í flogferðastudningini? Er støðan so svár?
Oyðsl
Haraftrat hugleiðir Meginfelag Føroyskra Studenta um arbeiðsmøguleikarnar í Føroyum: “nullvøkstur í almennari fyrisiting hava...við sær, at tað er minni spennandi at koma aftur til Føroyar.” Tað er ikki hissini, hvat limirnir í MFS eru krevjandi, tí eftir ókeypis útbúgving, skulu skattaborgararnir rinda fyri vitanina. HUXA er harðliga í móti hesum hugburði, tí tað eru tvey lond í heiminum, ið hava størri almenna umsiting enn Føroyar, og tað eru Kuba og Norðurkorea. Haraftrat óttast Meginfelag Føroyskra Studenta, at: “Tað er dýrt at búgva í Føroyum, arbeiðsmarknaðurin er einstáttaður.... Tað, sum fær nøkur okkara til at koma aftur, eru kenslur so sum vón, áræði og viljin til at skapa nakað nýtt”. Ja, Føroyar eru heimsins dýrasta land, tað er eingin loyna. Ein av orsøkunum er høgi skatturin. Men so kann ein spyrja seg sjálvan: hví er skattatrýstið høgt? Hví verður arbeiðsmarknaðurin skattaður hart?
Óvitska
“Vit í MFS eftirlýsa... at lesandi... verða raðfest.” Tað er fullkomiliga burturvið, at MFS ákærir politisku skipanina fyri ikki at raðfesta útbúgving. MFS saknar áræði frá politisku skipanini, og tað er júst tað, tey fáa. Samgongan vísir ábyrgd og áræði, tá ið tey skera flogferðastuðulin við 1.000 kr. Tað er ikki populistiskt, tað er nakað, ið fær yngru veljararnar upp úr stólinum, men tað er føroyska samfelagnum at gagni. Tað, sum limirnir í MFS verða skornir við, 1000 kr. í flogferðaseðlum, er tað sama, sum miðnámsskúlanæmingar missa uppá hálvan annan mánað tvs. 400 kr. um mánaðin = 4400 kr. árliga. Um tað stóð til HUXA, so høvdu vit hálverað flogferðastuðulin, fyri at miðnámsskúlanæmingarnir kunnu varðveita sínar 2.200 kr. um mánaðin. MFS átti tískil at takka samgonguni, at tey ikki skóru alla flogferðastuðulin burtur, at tey ikki pilkaðu við studningin til næmingar undir hægri lestri. Samgongan hevur tískil rós uppiborið, at hon raðfestir útbúgvingar høgt.
Framtíðin
Tað skal tó eingin ivi vera í, at limirnir í MFS eru framtíðin. Tey eru fólkini, ið skulu flyta føroyska samfelagið frameftir. Tað er tó harmiligt, at Meginfelag Føroyskra Studenta heldur, at framtíðin liggur í flogferðaseðlum. Flogferðastuðulin er ein luksusvøra, og einki annað.
“Hava Føroyar eina framtíð?”
Ja.
Útbúgving er framtíðin, men hevur skattaborgarin uppiborið óneyðuga óvirðing?