Í dag vitja Meyla og vinir hennara í Vági við dansi og sangi Meyla, Knøttur og øll hini frá Lort í Býin fløguni eru kend kring alt landið, men tó hava tey ikki verið at sæð og hoyrt sunnast í landinum. Men hetta er nú broytt, tí í dag hava Meyla og vinir hennara leitað sær suður um fjørð og fara á pall í Vági klokkan 15. Longu klokkan 11 í morgun byrjaði dansiskeið og hetta heldur fram klokkan 13. So kunnu børnini, ið fara at hyggja at Meylu og vinunum, læra seg dansifetini og tískil dansa við, tá Meyla og tey fara á pallin í høkkini á Eiðinum í Vági.
Tað eru 7. flokkarnir í Vágs Skúla, ið hava boðið Meylu og vinunum suður at vitja.