Meyla og Knøttur lesa søgur

Í morgun vóru Meyla og Knøttur í Norðurlandahúsinum og lósu søgur fyri barnagarðsbørnum í samband við 50 ára føðingardagshaldið hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags


Umleið 40 børn úr trimum barnagørðum vóru komin at lurta eftir søgum. Børnini og tey vaksnu sótu á teppum og stórum pútum á gólvinum.
- Sita tit væl? Spurdi Meyla tey.
- Ja! Svaraðu øll børnini.
Meyla segði fyrst frá søguni Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla. Søgan var um Guðruna, sum dámar væl at spæla við dreingirnar í ánni og ikki skilir, hví gentur ikki skulu dálka seg, líka nógv sum dreingir.
Myndirnar frá søguni vóru vístar upp á veggin við videokanón, fyri at øll børnini síggja tær.
Síðan segði Knøttur søguna um dunnuungan Pu, sum dámar væl at spæla í ánni, men ikki dugir so væl at akta mammu sína. Og um krákuna sum er svong í dag.
Børnini sita pinnastill og lurta eftir søgunum, og flenna eftir Knøtti, tá hann pippar sum dunnuungarnir, kvaggar sum dunnumamman og kráar sum krákan.