Mette og reyði vongur hava bara ein stuðul í Føroyum

Um stjórnin hjá Mette Frederiksen skal hava hjálp úr Føroyum til at varðveita valdið, so hevur hon bara ein møguleika. Fýra føroyskir floksleiðarar peika á borgarligan forsætisráðharra

Tað er bara Javnaðarflokkurin, sum hevði stuðlað stjórnini hjá Mette Frederiksen at hildið fram, eftir fólkatingsvalið, sum verður 1. november. Tað kom fram í kjakinum í sjónvarpinum í kvøld.

Tá floksformenninir at enda vórðu spurdir, hvønn forsætisráðharra, teir vilja peika á, so hevði Christian Andreasen ilt við at siga, at Fólkaflokkurin stuðlar Søren Pape Poulsen úr Konservativa flokkinum. Men hann vil hava bláa stjórn í Danmark.

Fólkaflokkurin er í teirri støðu, at flokkurin er ímóti rættindum til samkynd, og tí er tað helst ikki ein góður boðskapur til fólkafloksveljarar í Føroyum at siga, at Fólkaflokkurin stuðlar einum samkyndum manni at gerast forsætisráðharri í Danmark, sjálvt um Søren Pape Poulsen er formaður í systurflokkinum hjá Fólkaflokkinum og er samkyndur og giftur einum manni.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum sigur, at hann hevur havt sera gott samstarv við Mette Frederiksen, men at Sambandsflokkurin stuðlar formanninum í systurflokkinum í Danmark, Jakob Ellemann Jensen, formanni í Vinstra.

Aksel V. Johannesen segði, at stjórnarleiðarin í Danmark eisini er stjórnarleiðari í ikki yvirtiknum málum í Føroyum, og at Javnaðarflokkurin peikar á Mette Frederiksen.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur at Tjóðveldi peikar á tann, sum vil viðurkenna Føroyar sum tjóð.

Ruth Vang sigur seg hella tann bláa vegin.

Og Jenis av Rana ivaðist ikki, at hansara bláa forsætisráðharraevnið er Jakob Ellemann Jensen.