Mette Frederiksen til Føroya við fyrsta flogfari í morgun

Klokkan 8.50 lendir eitt hernaðarflogfar í Vágum við donsku forsætisráðfrúnni Mette Frederiksen

Hon skal luttaka á trygdarpolitiskum toppfundi í Tinganesi í dag, tá stjórnarleiðarar úr Íslandi, Norra, Grønlandi, Danmark og Føroyum hittast at umrøða trygd í Norðuratlantshavi og Arktis.

Tá løgmaður, Aksel V. Johannesen, luttók á trygdarráðstevnu í München í februar, vóru greið tekin um, at londini í økinum ynskja størri fokus og tættari samskifti um trygdarpolitisk viðurskifti.

Tí hava stjórnirnar í Íslandi, Norra, Grønlandi, Danmark og Føroyum kannað møguleikarnar fyri einum stjórnarfundi um trygdarpolitikk.

Í sambandi við vitjanina hjá íslendska forsætisráðharranum um vikuskiftið, vísti tað seg at passa væl hjá stjórnarleiðarunum at hittast í Føroyum í dag. Norski forsætisráðharrin fer tó at luttaka talgilt.

– Vit hava skyldu til at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi. Fundurin í dag er eitt gylt høvi hjá londunum í Norðuratlantshavi og Arktis at savnast og sameinast um trygdarpolitisk viðurskifti í okkara øki. Tíðin krevur, at vit alsamt økja um samskiftið og samstarvið. Tí fegnist eg um, at tað ber til at halda fundin í Føroyum og gleði meg at bjóða teimum vælkomnum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í eini fráboðan um fundin.

– Sjálvt um lond okkara hittast ymsastaðni í heiminum, so er tað natúrligt, at vit, í hesum bólkinum av londum, hittast at umrøða verandi trygdarstøðu í Arktis og Norðuratlantshavi, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í tíðindaskrivi um fundin.

– Eg fegnist tí um, at tað ber til at hittast í Havn, og at Noreg kann luttaka á fundinum virtuelt, sigur hon.

Umframt stjórnarfundin fer løgmaður eisini at hava fundir við ávikavist danska forsætisráðharran og nýggja grønlendska landsstýrisformannin hvør sær.

Á stjórnarfundinum luttaka:

 

  • Aksel V. Johannesen, løgmaður
  • Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri
  • Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður
  • Kristrún Frostadóttir, íslendskur forsætisráðharri
  • Jonas Gahr-Støre (talgilt), norskur forsætisráðharri