Sjúrður Skaale vil hava Mette Frederiksen, forsætisráðharra, at greiða frá, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri Føroyar, at telesamskifti skal roknast sum ein trygdarspurningur.
Forsætisráðharrin boðaði á fólkatingi 13. mei frá, at lógaruppskot verður lagt fyri fólkatingi, um at telesamskifti frameftir skal roknast sum kritiskur infrastrukturur - og sostatt eisini sum ein trygdarspurningur.
Trygdarpolitikkur er framvegis felagsøki, og tí kann hugsast, at hetta fer at hava avleiðingar fyri Føroyar.
Sjúrður Skaale vil tí hava forsætisráðharran at svara, hvørt komandi reglurnar verða galdandi fyri Føroyar, hóast løgtingið hevði valt at ikki samtykkja tær. Samstundis skal forsætisráðharrin greiða frá, hvør skal taka avgerðir um, hvør sleppur at standa fyri nýggja 5g netinum, tá nýggju reglurnar eru komnar í gildi.
Eisini vil Sjúrður Skaale vita, hvørjar avleiðingar broytingarnar hava fyri yvirtikin málsøki, nú handil- og telesamskifti er yvirtikið málsøki.
At enda vil Sjúrður Skaale hava at vita, hvør skal endurrinda peningaliga tapið, skuldi eitt tap staðist av, at føroysku televeitararnir mugu broyta ætlanir orsakað av broyttu reglunum.