Forsætismálaráðið upplýsir úr læknajournal 7. juni, at Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, eftir eitt slag hevði fingið ein minni koyrilsbrest.
Boðini koma, eftir at løgreglufólk sambært verjanum í málinum um slagið í rættinum segði, at forsætisráðfrúan ikki líður av koyrilsbresti eftir slagið. Tað segði verjin í morgun í Københavns Byret.
8. juni skrivaði Forsætismálaráðið soleiðis til Ritzau:
– Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, varð eftir slagið í gjár koyrd til kanningar á Ríkissjúkrahúsinum. Slagið hevur ført til lættari koyrilsbrest.
Í morgun hevur Forsætismálaráðið sent út eitt stutt tíðindaskriv eftir seinastu gongdina í málinum.
– Við samtykki frá forsætisráðfrúuni kann upplýsast, at hetta stendur í journal skrivað á »ortopædkirurgisk bagvagt på Rigshospitalet den 7. juni 2024«:
Kontusion højre skulder, samt mindre distorsion cervicalcolumna (whiplash), står der i pressemeddelelsen.
Tað er ein 39 ára gamal pólskur maður, sum er ákærdur í málinum. Hann skal vera í fongsli til 4. juli. Hann er ákærdur fyri harðskapi ímóti tænastufólki.
/ritzau/











