Mette Frederiksen fer til drotningina klokkan 11

Forsætisráðfrúan fer klokkan 11 at kunna Margretu drotning um valúrslitið í gjár

Margreta drotning fer í dag klokkan 11 at taka ímóti Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, sum fer at kunna drotningina um valúrslitið og parlamentarisku støðuna.

Tað skrivar kongshúsið á heimasíðuni.

Í gjár var fólkatingsval í Danmark, og har fekk reyði vongur teir neyðugu 90 sessirnar fyri at tryggja ein meiriluta, tá Sjúrður Skaale úr Føroyum og bæði umboðini úr Grønlandi eru íroknað.

Metta Frederiksen og Javnaðarflokkurin fóru til val upp á at skipa eina breiða stjórn tvørtur um politisku miðjuna.

Forsætisráðfrúan segði í nátt, at stjórnin fer frá, og at hon fer til drotningina í dag.

/ritzau/