Mette Frederiksen: Eg hati ikki rík fólk

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark varð í dag eini live-session við beinleiðis spurningum á Instagram spurd, hví hon "hatar rík fólk".

– Tað geri eg ikki. Eg hati eingi fólk. Í øllum førum sera fá, svaraði hon.

Danski Javnaðarflokkurin setti í síðstu viku valstríðið í gongd við einum uppskoti um at seta sonevndan formueskatt í gildi í Danmark.

Uppskotið hevði við sær, at stívliga 22.000 danir skuldu rinda 0,5 prosent í skatti á hvørjum ári av tí partinum av teirra ríkidømi, sum er omanfyri 25 milliónir krónur.

Stjórin í Vestas, Henrik Andersen, flytur úr Danmark, um tað verður neyðugt.

– Eg fari at brúka nakað av tíðini uppá at finna útav, hvar eg skal búgva. Tað kann ikki sigast greiðari, sigur hann við Berlingske.

 

/Ritzau/