Tað upplýsir franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, sambært tíðindastovuni AFP.
– Rafale-flogførini og flogskiparar teirra eru mobiliseraðir fyri at tryggja trygdina á okkara anleggum.
Hann legði afturat, at eitt franskt flogfar, sum var á franskari sjóverjustøð í Sameindu Arabisku Emiratunum, varð rakt í einum dronuálop sunnudagin.
Eftir álopið boðaði Frakland frá saman við Týsklandi og Bretlandi, at landið fór at samstarva við USA um síni egnu og sambandsáhugamál í Miðeystri.
/Ritzau/










