Tá siðbundna 1. mai-haldið verður í Fælledparkini í Keypmannahavn í ár, verður tað uttan røðu frá forsætisráðfrúuni Mette Frederiksen.
Forkvinnan í Javnaðarflokkinum sigur, at hon ikki fer at halda røðu í Fælledparkini á stríðsdegi arbeiðaranna í ár, tí tað í fjør gjørdist so ófriðarligt.
– Tað er væl kent, at tað í fleiri ár tíverri hevur verið so ófriðarligt í Fælledparkini, sigur hon.
Við 1. mai haldið í fjør, bara ein góðan mánað fyri at Javnaðarflokkurin vann stjórnarvaldið, mátti Mette Frederiksen bróta talu sína av, tí rópt varð eftir henni og tí at bardagi var framman fyri pallin.
– Í fjør var bardagi, sum gekk út yvir børn í 14-15 árs aldrinum, sum bara vóru her, tí tey hava áhuga í politikki.
– Eg havi tí gjørt av, at eg í løtuni ikki ynski at halda røðu í Fælledparkini 1. mai, sigur Mette Frederiksen.
/ritzau/