Mette F.: Lata helst Danmark upp so líðandi eftir páskir

Um Danmark so líðandi letur upp eftir páskir er treytað av, at øll halda leiðreglurnar, sigur forsætisráðfrúan.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, sigur, at tað enn er sannlíkt, at Danmark so líðandi fer at lata uppaftur eftir páskir.

Tað segði hon í samrøðu við TV avísina hjá DR í kvøld.

– Tað er avgjørt sannlíkt, at vit síggja fram til eina kontrolleraða, líðandi, stilla og róliga upplating av Danmark eftir páskir, sigur forsætisráðfrúan.

Hon legði tó dent á fleiri ferðir, at tað er treytað av, at hin einstaki borgarin framvegis heldur leiðreglurnar um at halda frástøðu komandi vikuna.

– Alt tað, sum enn sær út til at virka, er bara tí, at rættiliga nógvir danir gera, sum heilsumyndugleikarnir mæla til. Um vit ikki framvegis vísa ábyrgd og fara nú at ganga til páskafrokostir, so kunnu tølini brádliga spreingjast, sigur Mette Frederiksen.

Stjórnin fer bara at taka avgerð um at lata Danmark uppaftur, um heilsufakligu ráðini mæla til tað, leggur hon dent á.

Tá latið verður uppafur, verður tað gjørt spakuliga.

Og »tað normala lívið, vit høvdu áðrenn korona« kemur ikki aftur »enn á sinni«, segði forsætisráðfrúan.

Mette Frederiksen roknar soleiðis ikki við, at øll børn fara aftur í skúla í senn. Somuleiðis verður við teimuk, sum eru send heim frá arbeiði, sum ikki skulu vænta, at arbeiðstíðirnar verða, sum teir vóru, fyribils.

– Mítt besta boð er, at vit fara at arbeiða meira forskotið, enn vit hava verið von við. Møta til ymsar tíðir, sigur hon.

– Vit fara heldur ikki at kunna troka okkum saman í tokum og bussum. Og vit fara heldur ikki at standa tætt saman til veitslur í longri tíð.

Eitt sum tørvur er á at gera beinanvegin, er at lata upp aftur fyri viðgerð av øðrum sjúklingum í heilsuverkinum, segði forsætisráðfrúan.

Eitt nu eru skurðviðgerðir og aðrar viðgerðir útsetta av koronavirusinum. Men tað skal takasat uppaftur, so virusið ikki skapar trupulleikar fyri aðrar sjúklingabólkar.

Tað er enn ikki tikið støða til, um tað í morgin verður tíðindafundur um liðandi upplating av Danmark.

– Eg vil fegin hava stundir at tosa við flokkarnar í Fólkatinginum fyrst, sigur Mette Frederiksen.

/ritzau/