Daisy J. Iversen, ráðgevi hjá SSP, sum er stytting fyri skúla, sosialar myndugleikar og politi, fegnast um ein væleydnaðan kveikingardag. Hettar er 14. ferð at skipað verður fyri kveikingardegi. Í nøkur ár var steðgur í, og hetta er triðju ferð at tey í SSP skipa fyri degnum eftir steðgin.
Luttøkan í ár var metstór, 330 fólk savnaðust á Hotel Føroyum.
Sí fleiri myndir frá Kveikingardegnum her in.fo - fyrst og fremst
- Vit hava breiða umboðan, her eru alt frá starvsfólki úr psykiatriini, fólkaskúlanum, sernám, heilsufrøðingarnir og felagsskapum, og tað er gott, tí endamálið er at breiða vitan og geva íblástur. Hóast vit øll sum arbeiða við børnum, ungum og familjunum arbeiða ymiskt, gevur hetta okkum felags vitan og rammur, og tað kann hjálpa okkum, tí vit arbeiða saman.
##med2##
Evnið á kveikingardegnum í ár er motivatión, og fyrilestrarnir viðgjørdu, hvør á sín hátt hetta evnið. Fyrilestrahaldarar vóru Rune Kappel, leiðandi sálarfrøðingur og rithøvundur, hann greiddi frá hvussu fakfólk kunnu hjálpa børnum og ungum at taka skilagóðar avgerðir, og til tað krevst at tey hava sjálvstamarhald.
Dorthe Birkmose sálarfrøðingur og fyrilestrarhaldari, greiddi frá avleiðingunum av starvsfólkatrotið. Pætur Zachariasson, sálarfrøðingur og Ph.d. lesandi granskar í drúgvari skúlafráveru í fólkaskúlanum, hann lýsti evnið bæði teoretiskt og praktiskt. Katrin Dam á Neystabø, ítróttarráðgevi hjá Ítróttasambandi Føroya, greiddi frá hvussu arbeitt verður við at vera fevnandi í ítrótti.
- Vit gerast eisini sjálvi motiveraði, og eg eri glað fyri at vit kunnu savnast í bólkum tvørur um geirar, tí tað er ikki altíð vit kunnu tað. Vit fáa nógv gevandi prát, og gerast tilvitað um hvønn annan, sigur Daisy J. Iversen.
##med3##
Hon heldur, at metstóra luttøkan er tekin um at hetta er eitt gevandi tiltak.
- Longu tá luttakararnir komu søgdu tey skráin er góð og spennandi, og vit royna at liva upp til tað. Tað skal vera viðkomandi og breitt, og nú eru vit blivin meira rutineraði, og tað ger at tað eydnast betur.
Evnið motivatión snýr seg um fyribyrging, og hetta er kanska ikki tað sum politikarar halda vera mest spennandi at raðfesta,
- Tí er tað so týdningarmikið at hesin boðskapur kemur út.












