Fyri fyrstu ferð er føroyski laksaútflutningurin farin upp um 4 milliardur krónur, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.
Samlaði útflutningurin í fjør var fyri 9,5 milliardir krónur, og samanborið við árið fyri var talan um ein vøkstur á 1,9 milliardir krónur ella 19 prosent.
Laksur er størsta útflutningsvøran, og vøksturin í laksaútflutninginum var 700 milliónir krónur í mun til árið fyri. Samlaða virðið á laksaútflutninginum var sostatt oman fyri 4 milliardir krónur, og hetta er ikki hent fyrr, sigur Hagstovan.
Tonsatalið á útflutta laksinum var 69.000 tons, og tað eru 2.000 tons fleiri enn í 2014, sum frammaundan var metár fyri laksaútflutning.
Toskaútflutningurin vaks eisini við næstan 300 milliónum krónum og er nú oman fyri eina milliard. Hetta er ikki hent síðan 2002.
Eisini útflutningurin av sild setti met í fjør. 122.000 tons vóru útflutt fyri 745 milliónir krónur.
Samanlagt varð útflutt fyri 512.000 tons av fiskavørum, og tað er bert í 2017, at útflutt hevur verið fyri meira enn 500.000 tóns fyrr, sigur Hagstovan.