Metstór luttøka í trý og tjúgundu flaggdagsrenningini

Yvir 600 fólk luttóku í flaggdagsrenningini í Havn seinnapartin leygardagin, og tað er met fyri tiltakið. Renningin leygardagin var tann 23. í røðini. Ítróttarfelagið Bragdið tók fyrstu ferð stig til tiltakið flaggdagin 1987 og hevur verið fyriskipari øll árini síðani.

Helst átti veðrið sín lut í, at luttøkan gjørdist so góð. Umstøðurnar vóru sera góðar til renning ? turt og nakað av sól, men ikki ov heitt. Bara eitt lítið lot fram við rutuni, sum gav rennarunum nakað av mótvindi á leiðini aftur móti málinum, órógvaði eitt sindur, so tíðirnar ikki gjørdust tær allar bestu. Tó setti Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum met á teininum hjá kvinnum við góðum 25 ½ minutti. Nr. 2 hjá kvinnunum var Súsanna Skylv Hansen. Hjá monnunum gjørdist Guttormur Sørensen úr Treysti í Klaksvík fyrstur, annar á mál var Sam Vang og triðji var Gudmund Joensen úr Hoyvík.

Allir luttakarnir gjøgnumførdu teinin og Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum, sigur, at felagið er sera nøgt við renningina í ár. Serliga fegnast hann um ta góðu luttøkuna, og at øll komu á mál.