Fyrrapartin setti byggifelagið Lützen & Durhuus tey størstu elementini upp, sum nakrantíð eru brúkt til bygging í Føroyum Talan er um nýggja skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík, har byggifelagið um 11-tíðina byrjaði at leggja tey berandi takelementini, sum eru 25 metrar long og viga 33 tons.
Tá takið er liðugt, fer tað at viga á leið 500 tons.
Elementini eru so stór, at bilurin, sum koyrdi tey niðan slapp ikki ígjøgnum rundkoyringina í Hoyvík í fyrstu atløgu, men mátti inn á Sund at venda fyrst.
Tað er P/F Búsetur, sum er høvuðsarbeiðstakari í byggingini av skúlanum við Løgmannabreyt.