Fiskivinna
Hagstovan sigur í tíðindaskrivi, at meira enn triðingur av veiðuni hjá feskfiskaflotanum í fjør varð seldur útlendskum keyparum sum óvirkaður fiskur
Tað er ongan tíð áður komið fyri, at ein so lítil partur av føroyskum fiski er endaður á føroyskum flekiborðum.
Sambært Hagstovuni, so førdu føroysku feskfiskaskipini umleið 105.000 tons av toski, hýsu og upsa til landið. Góð 35.000 tons av hesum vórðu antin seld uttanlands ella útflutt óvirkað. Ikki síðani 1996 hava útlendsku avreiðingar verið í nær námind hesum talinum. Ta ferðina við 21.000 tonsum ella 32%.
Tað er serliga hýsan, sum lítið verður gjørt við í Føroyum. Nærum 60% av hýsuni ? ella duput so nógv sum í fjør ? fer óvirkað av landinum.
Sambært Hagstovuni, so er tað fyrst og fremst ein hægri prísur enn hann, ið fæst við at virka fiskin her heima, sum fær føroysku virkini til antin sjálvi at selja fiskin óvirkaðan, ella snøgt sagt bara lata skipini avreiða uttanlands.