Politiken hevur sett seg í samband við kvinnuligar, danskar sjónleikarar, eftir at yvir 600 kvinnuligir, svenskir, sjónleikarir í svenska Dagblaðnum søgdu frá søgum um tann kynsliga ágang, sum tær hava upplivað.
Av teimum 378 kvinnunum, sum Politiken hevur tosað við, hava 241 sagt, at tær hava upplivað kynsligan ágang á arbeiðsplássinum seinastu 10 árini. Sigast skal, at 949 kvinnur eru spurdar, men 378 hava svarað. Her er talan um óynsktar kossar, klemm ella annan ágang av seksuellum slag.
Ein kvinna greiðir frá, at hon ein morgunin vaknar á hotellkamarinum av at leikstjórin, sum var 20 ár eldri, lá uppi á sær og var í ferð við at lata sær úr klæðunum. Aðrar greiða frá, at leikstjórar og onnur hava kroyst tær til at kyssa seg ella at teir hava tikið upp undir seg.