Leygarmorgunin varð skipað fyri árligu marathon-kappingini, Tórshavn Marathon. Hetta var 13. ferð, at skipað varð fyri hesi kapping, og vóru tað hesaferð metnógvir útlendingar við. Heili 96 vóru teir í tali og komu teir úr 18 ymiskum londum.
Í kappingini hjá monnum var tað ein av hesum útlendingunum, sum vann. Hann eitur Joe Dale og kemur úr London. Við tíðini 02:53:50 var hann 40 sekund frammanfyri Martin Gravesen úr Bragdinum, sum gjørdist nummar tvey.
Tað var ikki av tilvild, at tað vóru somikið nógvir útlendskir rennarar við í kappingini, sigur ein av fyriskiparunum.
- Tá ið føroyingar hava verið og runnið uttanlands, hava teir havt faldarar um marathon-kappingina í Føroyum við sær. Vit hava eisini lýst nógv við tí á facebook, sigur Ann Thomsen, forkvinna í Bragdinum, sum skipar fyri Tórshavn Marathon.
Tilber at lesa meiri um Tórshavn Marathon í Sosialinum fyri í dag.