Argentinar hava veruliga tikið Lionel Messi til sín aftaná hansara stóra lut í at tryggja Argentina HM-gullið í fótbólti.
Hetta sæst serliga aftur í landslutinum, Santa Fe higani Lionel Messi er ættaður.
Sambært fólkayvirlitinum í Santa Fe eru 70 nýføðingar í landslutinum seinastu vikurnar uppkallaðir eftir Lionel Messi.
Nýføðingarnir hava fingið navnið Lionel ella Lionela.
Spanska blaðið "Marca" skrivar, at samanborið við september er talan um eina øking uppá 700 prosent. Tí í september vóru tað bert seks børn, ið vóru navngivin Lionel ella Lionela.
Eisini eru rættiliga nógv sum uppkalla argentinska landsliðsmálverjan, Emiliano Martinez og Julian Alvarez. Emiliano og Julian eru rættiliga væl umtókt nøvn í Argentina í hesum døgum.











