566.000 ferðafólk keyptu ferðaseðil til Íslands í fjør Tað gongur ikki bara afturá í Íslandi.
Íslendski ferðavinnan kann fegnast um, at størsta talið av ferðafólkum nakrantíð vitjaði Ísland í 2009.
Morgunblaðið skrivar, at 566.000 ferðaseðlar vóru seldir til Íslands í fjør, sammett við 562.000 ferðaseðlar í 2008. Talan er um eina framgongd uppá 0,7 prosent, og tað besta árið higartil.
Nógv tey flestu, sum bíløgdu ferðaseðil til Íslands komu umvegis flogvøllin í Keflavík. Heili 94 % komu um flogvøllin í Keflavík, 2,8 % komu um flogvøllin í Reykjavík, 0,3 % komu um flogvøllin á Akureyri ella á Egilstøðum, meðan 2,8 % komu við Norrønu til Seyðisfjarðar.
Talið av ferðafólkum, sum komu til Ìslands við cruise-ferðaskipum øktist sera nógv í 2009. 72.000 ferðafólk komu til Íslands við cruise-ferðaskipum í 2009. Tað er ein vøkstur uppá
16% í mun til árið fyri.