Metmálskjúttin gevst á franska landsliðnum

Olivier Giroud fekk avmarkaða spælitíð undir EM-endaspælinum

37 ára gamli metmálskjúttin á franska fótbóltslandsliðnum, Olivier Giroud hevur spælt sín seinasta landsdyst fyri Frakland.

 

Giroud var við í franska hópinum til EM-endaspælið í Týsklandi, men spælitíðin hjá honum var ógvuliga avmarkað.

 

Í almennari fráboðan takkar Giroud landsliðsvenjaranum, Didier Deschamps og liðfeløgunum fyri eina spennandi og góða tíð á landsliðnum við HM-gulli í 2018, HM-silvuri í 2022, og EM-silvuri í 2016.

 

Giroud skoraði 57 mál í 137 landsdystum fyri Frakland.

 

Næstfremst á søguliga toppskjúttalistanum hjá Fraklandi er Thierry Henry við 51 málum.

 

25 ára gamli, Kylian Mbappé hevur skotið 48 mál fyri Frakland, so Giroud stendur til at missa metið skjótt.